FRÍGGJADAGIN VAR RØRSLUFAGNAÐUR

 


















FRÍGGJADAGIN
VAR RØRSLUFAGNAÐUR

Fríggjamorgunin
klokkan 10 fóru allir flokkar, tó ikki 9. flokkur, til  rørslufagnað,
sum Fólkaheilsuráðið og  Tórshavnar kommuna skipaðu fyri. Hesaferð
var tiltakið í Gundadali har umleið 2.500 fólk, mest børn, men eisini vaksin,  vóru
samlaði fyri at vera virkin saman við øðrum. 

Bárður
Persson bjóðaði vælkomin, Annika Olsen, borgarstjóri og Jón Klein Olsen,
ráðslimur í Fólkaheilsuráðnum hildu røðu, áðrenn Jensina Olsen hitaði upp við
sínum lætta og stuttliga undirhaldi. Egga Jensen var kosin til ársins ABC
fyrimynd. Áðrenn farið var avstað oman til Sjónleikarahúsið klipti hann
startbandið og síðani fór fagnaðargongan avstað. Tríggir dansarar í ABC litunum
- lilla, grønt, blátt - settu dám á túrin saman við einum DJ, sum syrgdi fyri
tí góða glaða tónleikinum. Nógvir luttakarar nýttu høvið at lata seg í okkurt
litfagurt og stuttligt, millum annað vóru Karius og Baktus við. 

Túrurin
endaði uppi á Ovara vølli, har ein rúgva av virksemi var á skránni millum annað
ymisk bóltspøl, posarenning, togtogan, boccia, møguleiki var eisini fyri at
hoppa band, ganga á línu, spæla kross og bolla ella gera fimleik. Stórur áhugi
var fyri at telva simultan talv ímóti ársins telvara, Luitjin Apol. Børnunum
dámdu væl at spæla við nýggju ABC krabbagágguna fyri børn.



Heimasíðan hjá
Fólkaheilsuráðnum: Fylg slóðini 
HER.



Myndir á Portalinum. Fylg
slóðini
HER.





















Myndir: Harriet Poulsen og  heimasíðan hjá Fólkaheilsuráðnum



 



 

Eitt
ABC tiltak



Rørslufagnaðurin er  liður í
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta er ein verkætlan, sum leggur dent
á at styrkja sálarligu heilsuna hjá fólki við at fáa tey at
vera  virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og taka
lut  í virksemi, ið  hevur týdning fyri ein sjálvan. 



 



 

Kelda:
Fólkaheilsuráðið

Myndirnar
eru av heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum