FJÁLGAÐ VIÐ BLÓMUM

FJÁLGAÐ VIÐ BLÓMUM

 

Sum siðvenja er, komu lærarar og onnur starvsfólk saman til ein góðan bita, tá ið næmingarnir vóru farnir í summarfrí hósdagin. Henda dagin er eisini vanligt at heiðra starvsfólk fyri eitt nú rundar og hálvrundar starvsdagar.  

 

Í ár fingu hesi handað blómur: Martin Karl Olsen, Jóannes Jakobsen, Malan Larsen  og Lillian Dam Jacobsen.

 

Annars hava lærarar verið til arbeiðis til týsdagin 2. juli; teir hava nevniliga lagt komandi skúlaár til rættis, sum byrjar mánadagin 19. august.