SEINASTI MORGUNSANGURIN

SEINASTI
MORGUNSANGURIN

Í dag er 27. juni,  dagurin tá ið  børnini fara í summarfrí. Seinasti morgunsangurin
á Frælsinum  í hesum skúlaárinum var í
morgun. Tey sungu Gakk tú tryggur og Mítt alfagra land -   Ingun
sat við klaverið og Anna Sofia spældi trompet til lagið hjá Peturi Alberg, sum
hann smíðaði til tekstin hjá Símuni av Skarði.

Eftir summarfrítíðina flyta tey, sum ganga í 7. flokki, út á Argir og niðan
í Gundadal og gerast partur av hádeildini. 3. flokkur, sum í ár hevur verið í Finsen,
flytur niðan á frælsið og verður 4. flokkur.


Komandi skúlaár er staðsetingin henda:

> 1. og 2. flokkur: Kongagøta

> 3. flokkur: Finsen

> Sertilboðið 4-10: Ytri skúli

> 4. – 7. flokkur: Frælsið

> 8.ð og 9.ð: Argir

> Ítróttarflokkar, 8. og 9.: Gundadalur

 















































Skúlin byrjar aftur mánadagin 19. august, og tað er seinasta skúlaárið Skúlin
á Fløtum húsast í fleiri bygningum í býnum. Í juni næsta ár verður flutt út á
Fløtur, so klárt er at byrja í spildur nýggjum skúla um eitt smáar 14 mánaðir.