Tónleikur dagliga í 1. flokki

Um nóg nógv tekna seg,
bjóðar Skúlin á Fløtum - eindin í Kongagøtu - í samstarvi við Musikkskúlan,
tónleikatilboðið Litir í Leiki í komandi 1. flokki.

Í hesari
menningarætlanini 2017/18 verða ljóðførini, sum skúlin bjóðar, ætlandi hesi:
Violin, viola, sello, kontrabass, messing og akkordion (harmonika).

Luttøkugjaldið fyri
tónleikapartin er kr. 5.000,00 fyri alt skúlaárið.

Leiga av ljóðføri er kr.
400,00 fyri árið.

Einstaklingaundirvísing:
2 ferðir 15 min. um vikuna.

Bólkaundirvísing: 1 ferð
30 min. um vikuna.

Hoyrilæra: 45 min. um
vikuna.

Innskriving í 1.
flokk og frítíðarskúla:  http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1586

á heimasíðuni:    torshavn.fo

Nærri upplýsingar fáast
annars við at venda sær til skúlans á tel. 30 23 45 ella senda ein teldupost til
okkara á
saf@skulin.fo


Undir filminum liggur nærlýsing av LíL


Skúlin á
Fløtum