Í skúlanum
Tað er altíð lærarin, sum ger av, nær og hvussu teldilin skal verða nýttur.
Teldilin skal liggja í taskuni, til lærarin gevur loyvi til at taka hann fram.
Teldilin skal bara nýtast í skúlastovuni (uttan so at lærarin gevur serligt loyvi).
Klistrimerki við navni á næminginum skal setast á húsan, so lætt sæst, hvør eigur.
Um lærarin metir, at næmingurin ikki ger eftir boðum, kann lærarin taka teldilin og møguliga lata leiðsluni hann.
Tað er ikki loyvt at filma ella at taka ljóð upp í skúlatíðini - uttan so at lærarin hevur givið loyvi.
At eta og nýta teldil hoyrir ikki saman.
Myndir og filmar, sum eru upptikin í skúlanum - við lærarans loyvi - mugu ikki almannakunngerast uttan skúlans samtykki.
Uttan fyri skúlan
Foreldrini hava ábyrgdina av, hvussu teldilin verður nýttur uttan fyri skúlatíðina.
Foreldur skulu saman við børnunum tryggja, at teldilin verður væl viðfarin, og at hann er í sama standi, tá ið hann verður latin aftur, sum tá ið hann varð fingin.
Tað er ábyrgd hjá foreldrum, at teldilin verður settur upp sambært vegleiðingini á heimasíðuni.
Tað er ikki loyvt at gera teknisk inntriv í teldilin.
Tað er loyvt at hava egnar appir, tónleik og annað innihald á teldlinum. Kravið er, at tilfarið skal vera lógligt.
Tilfar til skúlabrúks skal altíð raðfestast fyrst. Tað merkir, at um goymslan í teldlinum er uppi, so hevur skúlatilfarið altíð fyrstu raðfesting. Er hetta trupulleiki, er tað ábyrgd hjá foreldrum at rudda út í teldlinum.
Fyri at verja teldilin mest møguligt, skal hann ikki verða tikin úr húsanum.
Teldilin skal dagførast, so hvørt nýggj forrit og annað koma. Foreldur og næmingur hava ábyrgd av, at hetta verður gjørt.
Er okkurt galið við teldlinum, skal hetta sum skjótast verða fráboðað skúlanum.
Hvør næmingur skal hava ein G-mail.
Nakrir góðir teldla-vanar
Tað er ikki loyvt at renna við teldlinum.
Tá ið teldilin er í skúlataskuni, má hann ikki liggja saman við vatndunki.
Teldilin skal liggja eitt trygt stað, tá ið hann ikki er í brúki.
Tá ið teldilin skal flytast millum heim og skúla, skal tað verða á tryggan hátt.
Teldilin skal vera fult løddur, tá ið næmingurin møtir upp í skúlanum.