Pakka teldilin út. Tryggja tær, at leidningur og løðari eru í pakkanum.
Set teg við eina teldu, tendraiTunes.
Tvíklikk áiTunes store, sum er ovarlaga í høgru síðu. Tvíklikk síðan álog ind, sum er í vinstru síðu av somu skíggjamynd.
Vel nú "opret Apple id"og vel Danmark, svara síðan spurningum og halt áfram.
NB! Tú skalt í hesi inntøppan uppgeva visa-kort upplýsingar fyri at keypa appir. Eftir at teldilin er klárgjørdur, skal loyniorðið til Apple id´ið upplýsast, tí skulu tit vera ansin at geva børnunum hetta loyniorð.
Knýt teldilin í telduna við USB leidninginum, sum var í pakkanum.
Ger teldilin virknan á fyrsta sinni.
Net skúlans eitur:SkulaNet
Loyniorðið er:87654321
Teldilin minnist netið, tær tørvar tí ikki at gera hetta fleiri ferðir.
Uppseting av teldubrævaskipan.
Hygg møguliga eftir hesum sjónbandi.
Allir næmingar og lærarar eiga at hava eina Gmail-kontu. Hon skal setast í teldilin.
Í teignum “Adresse” skalt tú nýta FirstClass-login brúkaranavn og síðani “@gmail.com” t.d.: mo2104v7@gmail.com.
Í teignum “Adgangskode” skalt tú nýta FirstClass-login loyniorðið. Gmail krevur 8 tekn, tí skal tú skriva loyniorðið 2 ferðir, fyri at fáa 8 tekn.
Hesi bæði verða útflýggjað av flokslæraranum ella kann ringjast til skúlan á 302580.
FirstClass servarin er:212.55.53.212
Set føðiár til 1998 og eldri
Nú hevur tú stovnað emailkontu tína.
Stovna Apple ID
Hygg møguliga eftir hesum sjónbandihttp://youtu.be/Yxmb16tuXoU
Apple ID kann bæði nýtast til at keypa Apps við (valfrítt) og til at stovna eina røð av tænastum, nevndar iCloud. Síðstnevnda kann m.a. nýtast til at spora teldilin í møguligum stuldri og til backup av skjølum osfr. Tað er tí týdningarmikið, at øll hava eitt Apple ID til teldilin.
Tað er ókeypis at stovna eitt Apple ID.Men vitheita á teg, at tú knýtirikkikontunummar títt til barnsins Apple ID. Hetta punktið skal útfyllast av foreldrunum. Børn undir 13 kunnu ikki stovna eitt Apple ID.
Hereftir verður tú biðin um at stovna Apple ID.
Virkja iCloud.
iCloud er ein savning av tænastum, sum m.a. ger trygdarljóstøk av skjølum tínum, ger tað møguligt at spora teldilin, um hann verður stolin oa.
Virkja “iCloud-sikkerhedskopi” og vel “Ok”.
Set einfalda læsikotu á teldilin.
Læsikotan syrgir fyri, at innihaldið í teldlinum bert kann nýtast av tí, ið kennir loyniorðið.
Teldilin er nú tøkur til nýtslu.