Virðisgrundarlag Skúlans á Fløtum byggir á víðskygni og fjølbroytni. Við denti á fakliga styrki og kreativu-/musisku lærugreinarnar.
Endamál skúlans er á kristnum grundarlagi við virðing fyri ymiskleikanum at uppala næmingarnar til sosialt medvitandi, sjálvstøðugt hugsandi, tolsom og virkisfús menniskju, har øll verða sædd, hoyrd og viðurkend.
Øll luttaka virkið og samvitskufult í einum jaligum skúlaumhvørvi við best møguligu lærutilgongd fyri eyga hjá hvørjum einstøkum næmingi.
Virka fyri, at skúlin er fyri næmingunum eitt lið í eini longri útbúgvingargongd, sum støði fyri einum drúgvum útbúgvingarlívi, ið framtíðarinnar nýggja lærumentanin krevur.
Soleiðis ein skúli, ið sambært skúlalógini byggir á kristnu grundvirðini, har fakligu førleikarnir eru í hásæti.
Ein skúli, har fyritreytir fyri hesum eru góður trivnaður millum og sínámillum starvsfólk, næmingar og annars øll lið í skipanini. Ein skúli, har høgt er til loft og vítt til veggja.
Rætt og slætt - ein rúmligur fólkaskúli, ið hýsir ymiskleikanum. Ein skúli, ið veitir trygd fyri dygd.
Tað er týdningarmikið, at vit møta øllum næmingum á teirra stigi, og haðani frá geva teimum tær avbjóðingar teimum tørvar og hava.
Styrkja teirra serligu førleikar, samhaldsfasta hugburð fyri læru til frama fyri heildina og sjálvan seg sum virknan part í felagsskapinum.
Ein skúli, har fakligheitin telur, har tað er høgt til loft og vítt til vegjga. Rætt og slætt ein skúli, sum bæði torir og tolir tíðarrákið. Ein skúli, har pláss er fyri fjølbroytni og ymiskleikanum í víðastu merking.
Ein skúli, har pláss er fyri fjølbroytni og ymiskleikanum í víðastu merking. Ein skúli, sum rúmar undirvísingarligum royndum. Ein skúli, sum er merktur av framdrift. Ein skúli, sum eggjar til nýhugsan.
Ein skúli, har lærarar halda vandin eygu og oyru opin fyri tí, ið hendir á fakliga økinum uttanum okkurt, nýta tað, sum nýtiligt og gott er, og lata rest fara. EIn skúli, har tað er rúm fyri ymiskum áskoðanum og starvshættum á øllum økjum, har hetta styrkir arbeiðið ímóti hægra málinum í skúlanum, næminginum at frama.
Skúlin virkar fyri, at lærararnir hava møguleikar fyri at fylgja við og dagføra seg fakliga og námsfrøðiliga.
Og tað er einki nýtt í, at skúlans virki eigur at vera merkt av, at vit hvønn dag royna at gera tingini enn betri enn fammanundan, og at tíðarrákið gjøgnum allar tíðir og í famtíðini eisini fer at flyta hendan skúlan.