Happingarleiðreglur



Happingarleiðreglur





Skúlin
á Fløtum



(Niðanfyri eru skjøl viðheft)




Í
Skúlanum á Fløtum gera vit okkara allar besta at fáa skúlan til
ein mennandi, heilsugóðan og tryggan skúla fyri øll. Skúlin á
Fløtum

arbeiðir virkið við at forða og steðga happing. Fyri at røkka
hesum máli, hevur skúlin eina nevnd at arbeiða við
málsetninginum. Lærararnir eru allir við í arbeiðinum, sjálvt
um høvuðsábyrdin liggur á flokslæraranum.


Á
hvørjum ári leggur skúlin ein dagførdan
happingarfaldara
á heimasíðuna
.
Í faldaranum verður m.a. upplýst um ymisk tekin, ið ein happaður
næmingur møguliga hevur. Eisini verður upplýst, hvat skúlin ger
í givnum førum og fyribyrgjandi at forða og steðga happing.





Niðanfyri
verður lýst í trimum pørtum, hvat skúlaleiðslan, starvsfólkini
og næmingarnir skulu gera, fyri at málið kann røkkast, ið er at
fáa ein skúla, har øll kunnu trívast, vera seg sjálvi og
lærulíkindini eru tey bestu fyri hvønn einstakan. Har vit fáa ein
skúla uttan ótta. Har næmingarnir læra við góðum treysti,
góðum samljóði sínámillum og í heild.





Leiðslan:






Starvsfólkini:






Næmingarnir:









Foreldrini:






Vit
hava eisini eitt øki, ið vit eru noydd at seta høgt og tað er
skúlagarðurin. Ein kanning frá fyrst í 1980´unum, ið var gjørd
av Dan Ulweus í Bergen vísir, at tað hevur stóran týdning, at
skúlagarðurin er í lagi. Næmingarnir, ið hava ymiskar leikur og
møguleikar til spæl í garðinum, happa minni. Tey eru upptikin av
øðrum enn happing. Hvussu skal garðurin vera?





Skúlagarðurin:






Tað
er neyðugt, at øll, ið arbeiða innan skúlans gátt, hava
fráboðanarskyldu. Um tey síggja tilburð, ið tey halda vera
happing, boða tey flokslæraranum og/ella omanfyri nevndu frá.





Fráboðanarskyldan:






Happing
í undirvísingarhøpi er eitt øki, ið verður raðfest ógvuliga
frammalaga. Tað er alneyðugt at forða og steðga happing skjótast
gjørligt, tí hon oyðileggur ikki einans góðar kreftir/gávur,
góðan trivnað/læruhug her og nú, men kann verða til ovurhonds
stóran ampa hjá tí einstaka alt lívið, verður ikki hond tikin
um avbjóðingina beinanvegin.





Upplýsandi
tilfar um happing


Tað
finnast nógvar góðar, áhugaverdar bøkur og filmar, ið viðgera
evnið. Á
Skúlabókasavninum
er stórt úrval av viðkomandi filmum, bókum, greinum, leikum o.ø.
um evnið.





Happingarnevndin,
AKT-fólkini, førleikastovan, skúlaheilsufrøðingurin o.o.

eru
altíð fús at stuðla, hjálpa og at geva góð ráð, um lærari,
næmingur ella foreldur hava tørv á tí.



Niðanfyri eru skjøl viðheft.