Tey eta úti!

Tey eta úti! 

Ann-Mari sigur við heimasíðuna, at tað er vorðin føst siðvenja, at tey í
Kongagøtu eta morgunmat uttandura ein av seinastu døgunum undan summarfrítíðini.
Børnini hava øll okkurt við til stóra morgunmatarborðið, og øll hjálpa til at
seta á borðið. Og børnunum dámar væl at eta úti! Heimabakaðar bollar og
rundstykki, ost, súltitoy, livradeiggj, pylsu, sjokolátu og eisini frukt og
grønmeti. Afturvið fingu tey djús.

Ann-Mari endar soleiðis: “Veðrið var sera gott í Kongagøtu hesa løtuna og
bæði børn og vaksin eru samd um at hetta gera vit aftur.”

Myndir: Ann-Mari