2. FLOKKUR VAR Í KVÍVÍK


Ann-Mari sigur fyri heimasíðini, at í síðstu viku var 2.fl  ein dagstúr í Kvívík. Tey fóru við bussum úr Havn kl 8:30, og komin til Kvívíkar gingu tey  túr og hugdu seg um. Vitjað varð í útgrevstrinum, har  børnini við áhuga  lurtaðu  eftir, meðan greitt varð frá um forna víkingabústaðin. 


Bjørg og tey eiga summarhús á Eystaru hellu, og børnini ótu  matpakka uttan fyri summarhúsini hjá teimum. síðan spældu tey runt í bygdini. Summi spældu í ánni, summi í skúlagarðinum, og summi gingu runt í bygdini. 


Ann-Mari endar soleiðis: “Stuttligt hjá 2. flokki at sleppa út á bygd og bara spæla og hugna sær. Tá vit høvdu verið í Kvívík eina løtu, kom sólin eisini fram. Vit fóru aftur til Havnar á miðdegi. Bæði børn og vaksin høvdu ein frálíkan dag.


Myndir: Ann-Mari