FLØTUR Í GJÁR

10. Jul 2019

Gongur alt sum ætlað er síðsti naglin settur í nýggja skúlan úti á Fløtum um eitt lítið ár. Sum loftmyndin vísir tekur landsins størsti undirvísingarbýlingur seg væl út í landslagnum longu nú. Okkurt um 5 prosent av landsins íbúgvum koma at hava sína dagligum gongd her.

les meir

GÓÐA SUMMARFRÍTÍÐ

04. Jul 2019

Góðu næmingar, foreldur og samstarvsfelagar.
Tøkk fyri skúlaarið, ið fór.
Við kvøðum um góða og blíða summarfrítíð.
Skúlin byrjar aftur mánadagin 19. august.

les meir

FJÁLGAÐ VIÐ BLÓMUM

04. Jul 2019

Sum siðvenja er, komu lærarar og onnur starvsfólk saman til ein góðan bita, tá ið næmingarnir vóru farnir í summarfrí hósdagin. Henda dagin er eisini vanligt at heiðra starvsfólk fyri eitt nú rundar og hálvrundar starvsdagar.

les meir

RAGNHILD TÓK FØROYSK FÓLKASKÚLAPPRÓGV Í FILIPSOYGGJUM

29. Jun 2019

Í vikiskiftissosialinum er stór grein um Ragnhild Kunoy Sharp, sum hóast hon býr í Filipsoyggjum hevur gingið í einum flokki í Skúlanum á Fløtum. Í meðan floksfelagar hennara hava verið í skúla í eindini á Argjum, hevur Ragnhild fylgt undirvísingini úr fjarskotna landinum í Fjareystri umvegis alnetið.
Meira at frætta á næstu síðu.

les meir

SEINASTI MORGUNSANGURIN

27. Jun 2019

Í dag er 27. juni, dagurin tá ið børnini fara í summarfrí. Seinasti morgunsangurin á Frælsinum í hesum skúlaárinum var í morgun. Tey sungu "Gakk tú tryggur" og "Mítt alfagra land" - Ingun sat við klaverið og Anna Sofia spældi trompet til lagið hjá Peturi Alberg, sum hann smíðaði til tekstin hjá Símuni av Skarði.

les meir

KOMA MANSSTERK AFTUR

27. Jun 2019

Í dag er síðsti skúladagur. Eftir summarfrítíðina byrja 703 børn í 1. flokki í skúlunum kring landið vísir samanteljing hjá Undirvísingarmálaráðnum. 73 børn koma í 1. flokk í skúlanum á Fløtum.
Meira at frætta á næstu síðu.

les meir

SEINASTU ORÐ STJÓRANS TIL NÆMINGARNAR Í 9. FLOKKI

26. Jun 2019

Fyri 9 árum síðan byrjaðu tit í 1. flokki, og nú sita tit her. Á gáttini út í heim. Og tað er kanska einki forgjørt í, at vit sita her í Norðurlandahúsinum. Allar umstøðurnar, sum samanløgdu skúlarnir hava verið ígjøgnum hesi 9 árini, passa rímiliga væl til tykkara lívsstøðu.

Lesið alla røðuna á næstu síðu, sum Regin helt fyri næmingunum.

les meir

HÁTÍÐARLIG LØTA

26. Jun 2019

Norðurlandahúsið var á tremur, tá ið næmingarnir í 9. flokki fingu prógvini handað seinnapartin. Stórt barnakór við næmingum úr 2. flokki í Kongagøtu sang, stjórin helt røðu og Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen og Bjørt Holm undirhildu vit søtum tónum á akkordion og sello.
Myndir og upptøka á næstu síðu.

les meir