Hesir næmingarnir koma í skúla í augustmánað. Lillian verður flokslærari teirra.

KOMA MANNSTERK AFTUR

 

Í dag er síðsti skúladagur. Eftir summarfrítíðina byrja 703 børn í 1. flokki í skúlunum kring landið  vísir  samanteljing hjá Undirvísingarmálaráðnum. Skúlin byrjar aftur 19. august, og tá  vera  7.010 næmingar í fólkaskúlanum tilsamans.

Mismunandi er, hvussu nógv børn byrja í 1. Flokki. Nøkur ár táttar tað í 770, og onnur ár hevur talið verið um 670. Í Skúlanum á Fløtum byrja 73 børn í fyrsta flokki, og tey koma at ganga í trimum flokkum í Kongagøtu: 1.a, 1.b og 1.d. 

Flestu børnini, sum koma í 1. flokk í Føroyum eftir summarstøðgin eru fødd í 2012.  607 børn komu í verðina tað árið, men nú sjey ár seinni eru næstan 100 børn  løgst afturat, og tað eru tilflytarar.

Tríggir skúlar í landinum hava yvir 500 næmingar, teir  eru Skúlin á Fløtum,  Skúlatrøð og Eysturskúlin. 16 skúlar hava millum 100 og 500 næmingar og 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar. 

Lesið eisini HER.

Keldur: Undirvísingarstýrið og SáF