Prógvhandan í Norðurlandahúsinum seinnapartin

26. Jun 2019

Í dag kl. 17.00 verða prógvini handað 9. flokkunum.Foreldur og avvarðandi eru hjartaliga vælkomin til hátíðarløtuna.

les meir

SKAPIÐ UMSTØÐUR, SO AT BØRNINI TÍMA AT LESA TIL STUTTTLEIKA

26. Jun 2019

Summmarfrí! Tankin um sjálvt orðið fær okkum at droyma um langar ljósar dagar og hvíld, har øll eru leingi uppi um kvøldarnar og sova leingi um morgnarnar. Børnini gleðast um at sleppa undan øllum tí, sum hevur við skúla at gera, og vit vaksnu gleðast um at sleppa undan skúlatingum og matpakkum.

Lesið heilsanina frá Tonnie um lesing í summarfrítíðini á næstu síðu.

les meir

NÓGVIR GÓÐIR ÚTIDAGAR

25. Jun 2019

Í hesum døgum er ilt at lata vera at troyta og njóta okkara fagra land. Í gjár vóru allir 4. flokkarnir í Skopun.
Myndir á næstu síðu.

les meir

Tey eta úti!

25. Jun 2019

Tey eta úti! Ann-Mari sigur við heimasíðuna, at tað er vorðin føst siðvenja, at tey í Kongagøtu eta morgunmat uttandura ein av seinastu døgunum undan summarfrítíðini. Børnini hava øll okkurt við til stóra morgunmatarborðið, og øll hjálpa til at seta á borðið. Og børnunum dámar...

les meir

Ítróttardagur á Niðaravølli

24. Jun 2019

Dagurin í dag bjóðaði okkum aftur fagrasta summarveður, og tað kom næmingunum í innskúlingini til góða. Tey hava nevniliga øll verið í Gundadali fyrrapartin og íðkað ymiskar ítróttir og spælt rørsluspøl í dýrdar líkkuni. Jens Mortan tók nakrar myndir, og tær eru at síggja á næstu síðu.

les meir

SPENNANDI FRÍGGJADAGUR

24. Jun 2019

Sum nevnt her niðanfyri á heimasíðuni hava næmingarnir á Frælsinum arbeitt í tíggju ymiskum verkstovum seinastu vikuna. Fríggjadagin kundu næmingar og lærarar vitja ymsu verkstovurnar.

Hópur av myndum eru at síggja á næstu síðu.

les meir

Á SETURSSKÚLA Í NESVÍK

21. Jun 2019

Týsmorgunin fóru 5. flokkarnir norður til Nesvíkar á seturskúla. Tey komu aftur á middegi fyrradagin ríkað við nógvum upplivingum. Katrin Karlsdóttir tók nakrar myndir, og tær eru at síggja á næstu síðu.

les meir

2. FLOKKUR VAR Í KVÍVÍK

20. Jun 2019

Ann-Mari sigur fyri heimasíðini, at í síðstu viku var 2.fl ein dagstúr í Kvívík. Tey fóru við bussum úr Havn kl 8:30, og komin til Kvívíkar gingu tey túr og hugdu seg um. Vitjað varð í útgrevstrinum, har børnini við áhuga lurtaðu eftir, meðan greitt varð frá um forna víkingabústaðin.
Myndir á næstu síðu

les meir