SKAPIÐ UMSTØÐUR, SO AT BØRNINI TÍMA AT LESA TIL STUTTTLEIKA


Tonnie er serlærari,  og hon hevur hesa heilsan, nú summarfrítíðin byrjar:

Summmarfrí! Tankin um sjálvt orðið fær okkum at droyma um langar ljósar dagar og hvíld, har øll eru leingi uppi um kvøldarnar og sova leingi um morgnarnar. Børnini gleðast um at sleppa undan øllum tí, sum hevur við skúla at gera, og vit vaksnu gleðast um at sleppa undan skúlatingum og matpakkum.

Men summarfrítíðin er eisini tíðarskeiðið, har gloppið millum tey, sum duga væl at lesa og tey, sum duga minni væl at lesa, veksur. Orsøkin er einføld: Góðu lesararnir lesa eisini í summarfrítíðini, og tey, sum hava torført við at lesa, lesa ikki í frítíðini.

So er spurningurin: skulu foreldrini brúka summarfrítíðini til at gera skúlating? Svarið er sjálvandi nei! Men foreldrini kunnu skapa umstøður, so at børnini lesa til stuttleika.

Nøkur uppskot:

·      Latið børnini kappast um at lesa vegskeltir og onnur skeltir, tá tit fara ein biltúr.

·     Gerið skattajakt, har børnini tekna skattakort og skriva loynilig brøv.

·     Sendið mail til tey, sum eru uttanlands og ferðast - lat barnið skriva!

·     Lat barnið skriva postkort, um tit eru og ferðast.

·     Um barnið lesur í 20 minuttir um kvøldið, kann tað vera hálvan tíma longri uppi.

·     Skrivið barninum eina heilsan, um tit fara til arbeiðis, og barnið er heima.

·      Finnið eina góða bók (ella fleiri) at lesa saman.

Góða summarfrítíð