ÚTITÍMAR Í FAGRASTA VEÐRI

10. Jun 2019

Nú ein dagin hevði 4. flokkur ítróttartímarnar í Gundadali, har tey spældu fótbólt.
Nógvar myndir á næstu síðu.

les meir

MUNNLIGAR PRÓVTØKUR OG ROYNDIR

09. Jun 2019

Yvirlit er á næstu síðu

les meir

Námsfrøðingar til Skúlan á Fløtum

06. Jun 2019

Hesi størv verða lýst leys til setanar:
2 føst størv í setanarbroti 0,58 skúlaárið.
1 tíðaravmarkað starv í setanarbrotið 0,58; tó kann endaliga setanarbrotið verða regulerað 1. oktober 2019, um játtanin til skúlan verður regulerað.

Lýsing á næstu síðu.

les meir

Lærarar til Skúlan á Fløtum

06. Jun 2019

Hesi størv verða lýst leys til setanar:
4 føst størv fulla tíð frá 1. august.
3 møguliga 4 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019/20.
Seinasta starvið er parttíðarstarv.

Lýsing á næstu síðu

les meir

GRUNDLÓGARDAGUR

04. Jun 2019

Í morgin er grundlógardagur, og hann er frídagur.
Skúlagongd er aftur hósdagin.

les meir

VÆLVIRKANDI SPÆLILIÐ

04. Jun 2019

Endamálið við spæliliðnum er umframt at fáa næmingar at røra seg meir og vera kropsliga virknir eisini liður í bøta um trivnaðin í skúlanum og fyribyrgja happing í fríkorterunum.
Frætt meira á næstu síðu.

les meir

STARVSFÓLKAÚTFERÐ

03. Jun 2019

Tað er mest sum siðvenja, at starvsfólk fara ein dagstúr, áðrenn munnliga próvtøkan byrjar. Leygardagurin var einki undantak í so máta, tá lærarar og onnur starvsfólk løgdu leiðina til Sandoyar.

les meir

SPURNAKANNING UM HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

31. Mai 2019

Seinnu árini hevur ljós verið varpað á fyribrigdið happing í fólkaskúlanum. Í 2007 og 2015 tók Mentamálaráðið stig til at fáa til vega dagførda vitan, ið kundi liggja til grund fyri tiltøkum at minka um happing og økja trivnaðin millum fólkaskúlanæmingar. Úrslitini frá hesum kanningum vísti, at talið av teimum næmingum, ið verða happað var 15% í2007 og 13% í 2015.

Spurnakanning og tilmæli frá 2018 er at finna á næstu síðu.

les meir