Lærarar til Skúlan á Fløtum


Hesi størv verða lýst leys til setanar:

4 føst størv fulla tíð frá 1. august.

3 møguliga 4 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019/20. 

Seinasta starvið er parttíðarstarv. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september.

Lýsing av skúlanum 

Skúlin á Fløtum fevnir um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan. Skúlin húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavn, t.e. Eindin á Frælsinum, Serskúlatilboðið á Landavegnum, Eindin í Gundadali, Eindin í Kongagøtu, Lopfjølin í Margarinfabrikkini og Eindin á Argjavegi. 

 

Í Skúlanum á Fløtum ganga 740 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 og Lopfjølina.

 

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga.  Skúlin slóðar fyri og luttekur í fleiri undirvísingarligum átøkum. Skúlin leggur stóran dent á talgilding í undirvísingini, har grundleggjandi amboð, bøkur o.a. í stóran mun eru ella fara at verða talgild. 

Betri karmar 

Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at byggja ein nýggjan skúlabygning til Skúlan á Fløtum, sum er á leið 11.600 m2 og er ætlaður til 850 næmingar, íroknað frítíðarskúla og forskúla. Skúlin fer at hava ein framkomnan vísindadepil, ið lutvíst eisini verður talgildur. Nýggi skúlabygningurin stendur væntandi klárur í mai 2020.

Søkt verður eftir lærarum

Sum hava hug og hegni at virka og samvirka í toymi, eru væl fyri á KT-økinum, eru fakliga væl grundaðir og hava sterkar relatiónsførleikar. 

  

Í skúlanum á Fløtum tørvar okkum lærarar, ið m.a.: kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd, hava linju í Alis-/evnafrøði, nátturu og tøkni, motorlæru ella kunnu hava dreingir í ítrótti og svimjing. Harumframt tørvar okkum lærara við serlæraraútbúgving og lærara við  royndum innan KT-økið, ið kann verða partur av kt-toyminum. 

Vit vænta, at tú

Dugir at samstarva og er fyrikomandi. Ert fúsur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum. Ert við til áhaldandi at menna skúlan. Hevur góðar KT-førleikar. Ert stundislig/ur og nærlagd/ur. Leggur dent á virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av. 

Krøv til umsøkjarnarnar

Prógv sum fólkaskúlalærari er krav til øll størvini. Tó kunnu umsøkjarar, sum fáa læraraprógv í summar eisini søkja.

Lønar- og setanartreytir

Størvini eru øll lønt í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2019 kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Regini Marnersyni á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo