STARVSFÓLKAÚTFERÐ


Tað er mest sum siðvenja, at starvsfólk fara ein dagstúr,  áðrenn munnliga próvtøkan byrjar. Leygardagurin var einki undantak í so máta, tá   lærarar og onnur starvsfólk  løgdu leiðina til Sandoyar. Byrjað var við morgunmati á Frælsinum,  so við bussi móti Gomlurætt. Men fyrst varð støðgað á úti á  Fløtum at síggja, hvussu gongur  við byggingini. Á vegnum var eisini hugt inn á gólvið hjá  Okkara: Har tóku fólk  ímóti, greiddu frá virkseminum á bryggjarínum og vístu fram fjølbroytt úrval av bjóri og cider.

 

Komin yvir um fjørðin fór starvsfólkahópurin at vitja Grótvirkið í Skopun.  Stjórin  segði eitt sindur um søguna hjá virkinum og vísti runt í framleiðslubygninginum. Bussurin legði so leiðina móti Sands bygd, og har slapp staðkendi Oddfríður framat mikrofonini. 

 

Málið á túrinum var Mølin í Skálavík. Gamli handilin á Mølini er nú ein hugnalig Café, og samstundis  ein livandi søga um virksemi, sum fór fram har á staðnum. Birita og Martin Karl eiga í dag bygningin, og tey bæði hava við hepnari hond fingið lív aftur í gamla handilin á Mølini, tó í broyttum líki. 

 

Frágera góður útferðardagur, ið setti farna vikuskiftið hjá starvsfólkum í Skúlanum á Fløtum  líka sum í eitt annað ljós :-)