Námsfrøðingar til Skúlan á Fløtum


Hesi størv verða lýst leys til setanar:

2 føst størv í setanarbroti 0,58 skúlaárið. 

1 tíðaravmarkað starv í setanarbrotið 0,58; tó kann endaliga setanarbrotið verða regulerað 1. oktober 2019, um játtanin til skúlan verður regulerað.

Lýsing av skúlanum 

Skúlin á Fløtum fevnir um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan. Skúlin húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavn, t.e. Eindin á Frælsinum, Serskúlatilboðið á Landavegnum, Eindin í Gundadali, Eindin í Kongagøtu, Lopfjølin í Margarinfabrikkini og Eindin á Argjavegi. 

 

Í Skúlanum á Fløtum ganga 707 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 og Lopfjølina.

 

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga.  

Betri karmar 

Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at byggja ein nýggjan skúlabygning til Skúlan á Fløtum, sum er á leið 11.600 m2 og er ætlaður til 850 næmingar, íroknað frítíðarskúla og forskúla. Skúlin fer at hava ein framkomnan vísindadepil, ið lutvíst eisini verður talgildur. Nýggi skúlabygningurin stendur væntandi klárur í mai 2020.

Um størvini

Starvið sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum fevnir um at saman við lærarum og námsfrøðingum at skipa skúladagin hjá næmingum í grunddeildini og miðdeildini, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum. 

Starvið krevur nakað av fyrireiking og eginleikar at kunna tillaga seg til tað sum dagurin hevur at bjóða.

Førleikakrøv

Skúlunum tørvar ein námsfrøðing, ið er: arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður sær møguleikar og leggur dent á felagsskapin

 

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Viðkomandi royndir í fólkaskúla kunnu vera ein fyrimunur. Søkir eingin við skikkaðari útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Setanarviðurskifti

Starvsøkið er Mentamálaráðið og stovnar undir tí við fyribils starvsstaði í Skúlanum á Fløtum. Øll størvini eru skipað í vanligum flokkum.

Størvini eru sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

Námsfrøðingarnir eru løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag í flokkunum námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21, (frá 11-22 eftir 1. oktober í 2019) 

 

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum

Umsóknir

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um størvini, kunnu ringja til Regin Marnersson, skúlastjóra tlf. 216676 ella Marilyn Danielsen, varaskúlastjóra við ábyrgd av serøkinum, á 220013 ella senda ein teldupost til reginm@saf.fo.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv,námsfrøðingur” í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2019 kl. 12.00.