ÚTITÍMAR Í FAGRASTA VEÐRI

Tá ið veðrið er til vildar er upplagt at fara út við flokkunum, tá ið tað hóskar til undirvísingina annars. Nú ein dagin hevði 4. flokkur ítróttartímarnar í Gundadali, har tey spældu fótbólt. Arnóra er ein av lærarunum, ið var við, og hon sigur, at tey høvdu frálíkar útitímar í allar fagrasta veðri. 


Myndirnar niðanfyri, hevur Arnóra tikið. Tær kunnu eisini síggjast á kykmyndini. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=i8lbSVM1OaI&feature=youtu.be]