VÆLVIRKANDI SPÆLILIÐ

Arnóra er akt(*) lærari, og hon sigur soleiðis um spæliliðið:

“Endamálið við spæliliðnum er umframt at fáa næmingar at røra seg meir og vera kropsliga virknir eisini   liður í bøta um trivnaðin í skúlanum og fyribyrgja happing í fríkorterunum.  Næmingar í 7. flokki hava skipað fyri í ár, og teir hava verið á skeiði fyri at læra, hvussu teir sum best kunnu loysa uppgávuna. Ein ella fleiri lærarar í skúlunum virka sum akkersfólk og skulu hjálpa næmingunum at skipa fyri.”

Arnóra hevur verið akkersfólk í okkara skúla í ár.

Myndirnar niðanfyri eru av næmingunum í spæliliðnum; Bergur vantar á eini mynd.

*akt stendur fyri atferð, kontakt og trivnaður. Tveir akt-lærarar eru í Skúlanum á Fløtum, og tær eru  Arnóra og Anna

Myndir: AT