SPURNAKANNING UM HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

Seinnu árini hevur  ljós verið varpað  á fyribrigdið happing  í fólkaskúlanum. Í 2007 og 2015 tók Mentamálaráðið stig til at fáa til vega dagførda vitan, ið kundi liggja til grund fyri tiltøkum at minka um happing og økja trivnaðin millum fólkaskúlanæmingar. Úrslitini frá hesum kanningum vísti, at talið av teimum næmingum, ið verða happað var 15%  í2007 og 13%  í 2015.

Við støði í tilmælum í kanningini og tí kjaki, ið var eftir kanningina í 2015, vóru fleiri átøk gjørd fyri at basa happing. Nøkur, ið MMR fyriskipaði saman við skúlunum og øðrum pørtum og onnur, ið skúlarnir sjálvir hava framt í samstarvi við aðrar partar.

Fyri at fylgja upp og eftirmeta hesi átøk, tók Mentamálaráðið á várið 2018 stig til,  at nýggj kanning skuldi gerast.  

Endamálið við hesi nýggju kanningini er:

> at lýsa  í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum síðan 2015

> at inndraga sosialar miðlar og meta um, í hvønn mun framdu átøkini hava virkað;

> at fáa til vega dagførda vitan, ið kann gerast grundarlag undir dagførdum tiltøkum,   til tess at minka um happing og harvið økja um trivnað og læring

Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt  kanningina fyri Mentamálaráðið. Erla Olsen, Katrin av Kák og Olga Biskopstø hava staðið fyri arbeiðnum.  Kanningin byggir á eina spurnakanning, gjørd millum allar næmingar í 5., 7. og 9. flokkum í november 2018.

Frágreiðingin og tilmælið,  Happing í Fólkaskúlanum, ein spurnakanning,  er viðheft niðanfyri (pdf-fíla)

Kelda: Úr formælinum í frágreiðingini

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM.pdf