Tey eta úti! 

Ann-Mari sigur við heimasíðuna, at tað er vorðin føst siðvenja, at tey í Kongagøtu eta morgunmat uttandura ein av seinastu døgunum undan summarfrítíðini. Børnini hava øll okkurt við til stóra morgunmatarborðið, og øll hjálpa til at seta á borðið. Og børnunum dámar væl at eta úti! Heimabakaðar bollar og rundstykki, ost, súltitoy, livradeiggj, pylsu, sjokolátu og eisini frukt og grønmeti. Afturvið fingu tey djús.

Ann-Mari endar soleiðis: “Veðrið var sera gott í Kongagøtu hesa løtuna og bæði børn og vaksin eru samd um at hetta gera vit aftur.”

Myndir: Ann-Mari