RAGNHILD TÓK FØROYSK FÓLKASKÚLAPPRÓGV Í FILIPSOYGGJUM

 

Í vikiskiftissosialinum er stór grein um Ragnhild Kunoy Sharp, sum hóast hon býr í Filipsoyggjum hevur gingið í einum flokki í Skúlanum á Fløtum. Í meðan floksfelagar hennara hava verið í skúla í eindini á Argjum, hevur Ragnhild fylgt undirvísingini úr fjarskotna landinum í Fjareystri umvegis alnetið. Skúlin á Fløtum hevur gjørt íløgu í útgerð, sum hevur latið upp fyri hesum spennandi møguleikanum. Møguligt hevur verið hjá henni at fyglt undirvísingini í vanligum skúlatímum,  verið partur í bólkaarbeiði og eisini at eygleitt eitt nú royndir í lívfrøði og alis-/evnafrøði.  Higartil hevur hon tikið allar próvtøkur ígjøgnum netið í samstarvi við Próvstovuna, Skúlan á Fløtum og donsku sendistovuna í Manilla. Men til endaligu munnligu próvtøkurnar kom hon heim til Føroya; tað var fyrstu ferð, hon hitti floksfelagarnar, hon frammanundan bert hevði sæð ígjøgnum ein skíggja.

 

Skúlin á Fløtum hevur roynt fjarundirvísing í fleiri umførum, tó ikki so umfatandi sum nú.. T.d. fingu tveir føroyskir næmingar í Tokyo undirvísing í føroyskum fyri nøkrum árum síðani, sum eitt slag av fyrireiking til at koma heim at ganga í skúla. Munnligar próvtøkur umvegis netið er eisini royndar í sambandi við, at næmingar  heva verið burtur í sjúkraørindum. 

 

Sosialurin hevur eisini tosað við Regin Marnersson, skúlastjóra, og hann sigur, at skúlin er opin fyri at halda fram við hesum, og hann heldur, at tað er ein grundleggjandi skylda hjá Skúlanum á Fløtum sum størsti skúla í landinum, at kunna vísa á loysnir til serligar tørvir.

 

Báðar greinirnar eru at finna í Sosialinum frá 28. Juni 2019:

>  føroyskt fólkaskúlaprógv í Filipinunum

>  ábyrgd vit vilja bera 

 

Keldur: Sosialurin, SáF