Frá vinstru: Martin Karl Olsen, Jóannes Jakobsen, Malan Larsen og Lillian Dam Jacobsen.

FJÁLGAÐ VIÐ BLÓMUM

 

Sum siðvenja er, komu lærarar og onnur starvsfólk saman til ein góðan bita, tá ið næmingarnir vóru farnir í summarfrí hósdagin. Henda dagin er eisini vanligt at heiðra starvsfólk fyri eitt nú rundar og hálvrundar starvsdagar.  

 

Í ár fingu hesi handað blómur: Martin Karl Olsen, Jóannes Jakobsen, Malan Larsen  og Lillian Dam Jacobsen.

 

Annars hava lærarar verið til arbeiðis til týsdagin 2. juli; teir hava nevniliga lagt komandi skúlaár til rættis, sum byrjar mánadagin 19. august.