SEINASTU ORÐ STJÓRANS TIL NÆMINGARNAR Í 9. FLOKKI

Á hátíðarløtuni í Norðurlandahúsinum í dag  helt Regin Marnersson, skúlastjóri,  hesa røðu:

Góðu næmingar. Ella rættari - góðu fyrrverandi næmingar. Og góðu foreldur og avvarandi. Hjartaliga vælkomin til hesa fráfaringarløtuna. Eg fari at byrja við nøkrum orðum hjá Hans Andreasi Djurhuus: 

Vit kendu okkara akur fór at vaksa, 

og fyri okkum birtist ein fløta víð og stór, 

har væl var sáað, væl var velt og saksað. 

Tá sóu vit á morgni, at sólin hon var bjørt, 

og gleðin skein í hvørjum barnaeyga. 

Sólin heldur fram á síni leið - 

vit fara, onnur koma, 

men sólin fer at lýsa hvønn morgun yvir fløtur - 

og barnaflokkurin so lyndislættur 

prísar dagsins sólarløtur. 

Fyri 9 árum síðan byrjaðu tit í 1. flokki, og nú sita tit her. Á gáttini út í heim. Og tað er kanska einki forgjørt í, at vit sita her í Norðurlandahúsinum. Allar umstøðurnar, sum samanløgdu skúlarnir hava verið ígjøgnum hesi 9 árini, passa rímiliga væl til tykkara lívsstøðu. 

Tit byrjaðu øll í 1. flokki í øðrum skúlum. Summi í Venjingarskúlanum, summi í Kommunukúlanum, onnur í Sankta Frants skúla. Harafturat eru fleiri av tykkum, sum byrjaðu á øðrum skúlum í Havn, í Føroyum og enntá uttan úr heimi. Ein av tykkum hevur enntá gingið á okkara skúla, meðan hon hevur verið búsitandi í Filipsoyggjum. 

Nú sita tit her so stásilig. Øll hava tit tað í felag, at tit enda tykkara skúlagongd í Skúlanum á Fløtum. Ein samanlagdur Skúli, ið hevur skapt sín egna samleika, júst sum tit. Men alt byrjar á einum stað. Fyri tykkum var byrjanin til hesa løtuna fyri 9 árum síðan. 

Tá stóð í einum skrivi, sum nøkur av tykkum fingu: 

Í summar skalt tú byrja í 1.flokki. Tí fara vit at bjóða tær saman við tínum foreldrum at vitja skúlan. 

Tá fert tú at heilsa upp á tínar nýggju floksfelagar. Skúlastjórin fer at taka ímóti tær. Tit sleppa at sígga skúlastovuna, sum tit fara at ganga í eftir summarferiuna. Nýggi flokslærarin hjá tykkum verður eisini við. 

Síðan tá er nógv broytt. Barnatenninar eru farnar ein og ein. Tað barnsliga er farið av tykkum so við og við. Tit hava spakuliga førka tykkum móti hesum degnum. Seinasta degi í fólkaskúlanum. Vit á skúlanum eru so ómetaliga fegin um, at vit sluppu at eiga ein lítlan part av tykkum hesi árini, tit hava gingið hjá okkum. Hvør einasti av tykkum fer at búgva í hjørtunum á okkara lærarum og námsfrøðingum. Tað er eitt sindur sorgblítt at siga farvæl. Men vit hava øll vitað, at henda løtan fór at koma. Og vit eru errin av at hava gingið fyrstu skúlafetini saman við tykkum, og at vit kunnu handa tykkum prógv um eina løtu. Prógv sum eru atgongumerki til restina av lívinum. 

Summi fara á NámX, onnur á eftirskúla, onkur fer út í heim, summi í fjarskotin lond. Tað er, sum tá ein fuglaflokkur fer á flog. Brádliga fara øll í allar ættir. Men tá ein løta er farin, so setast fuglarnir aftur á klettarnar at láta. Tann løtan fer eisini at koma hjá tykkum. Men ikki enn, tí fyrst skulu tit royna tykkara egnu veingir. 

Dagurin í dag er tykkara. Bretski skúlagranskarin, James Watt, segði einaferð: Tað, eg minnist best frá míni tíð í skúlanum, eru minnini, eg skapti saman við vinunum. Hetta er onnur gávan, tit hava fingið úr skúlanum. Hina gávuna umrøddi Abraham Lincoln fyri mongum árum síðani. Hann segði: Tað, sum tú sært í skúlastovunum í dag, er tað sum tú sært í øllum landinum um nøkur ár. 

Eg má siga, at um tit umboða tær Føroyar, sum koma um 10, 20 ella 30 ár, so hava vit gott í væntu. Tí tit eru djørv, dugnalig og egin. Vit eru stolt og errin av øllum tí, tit hava víst, øllum tí tit hava lært, og øllum tí tit eru. 

Tit eru sterk og sunn, og tað er við eini góðari kenslu, at vit øll á Fløtum sleppa tykkum á flog um eina løtu. 

So eg vil fegin enda hesa lítlu løtuna við nøkrum orðum, ið eg havi lænt frá Astrid Lindgren. Pippi, sum er 74 ár í dag, sigur: Hetta havi eg aldrin roynt fyrr, so hetta fari eg heilt vist at klára. 

Góða eydnu í ókomnum døgum og breiðið tykkara veingir og finnið tykkara egna flog. 

Takk fyri meg og okkum á Fløtum. 

Og til tykkum avvarandi: Takk fyri at vit sluppu at læna tykkara gimsteinar.