HÁTÍÐARLIG LØTA

 

Norðurlandahúsið var á tremur, tá ið næmingarnir í 9. flokki fingu prógvini handað seinnapartin. Stórt barnakór við næmingum úr 2. flokki í Kongagøtu sang, stjórin helt røðu og Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen og Bjørt Holm undirhildu  vit søtum tónum á akkordion og sello. Tær báðar hava gingið í Litir og Leiki alt siðan tær byrjaðu í skúlanum og kundu í dag  saman við yvir 130 øðrum skúlafelagum fegnast um at vera lidnar við fólkaskúlan. 

 

Ein fyri og annar eftir fingu unglingarnir prógvini handað av Regini stjóra, meðan Marilyn varastjóri læs nøvnini upp. Stjóra fjøldin sang tjóðsangin, og samkoman endaði so við,  at  floksmyndir vórðu tiknar,  samstundis sum  tey uppmøttu fingu ein kaffimunn, meðan tey bíðaðu eftir sínum dýrgripum. 

 

Góðu næmingar, takk fyri árini, tit hava verið hjá okkum. Bestu eydnu og góðan lívsbyr.

 

Røðan hjá Regini er at finna HER.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=hiEs8gbxXZE&feature=youtu.be]