23/1-15 Nýggi skúlin

Leiðin í útiskúlanum hjá 3.a gekk í dag út á økið, har nýggi skúlin verður bygdur.

Vit gingu av Marknagilsvegnum og oman á tað rættiliga slætta lendið, har ætlanin er at byggja bygningarnar, har Føroya størsti fólkaskúli skal vera.

Nú eru traðir har, mest til seyð og gæs. Útsýnið suðureftir og eystureftir er stórbært. Móti norðuri er tað byggingin av Marknagilsdeplinum, sum ræður. Vit gingu í ein ring og endaðu í gilinum, har gamli vatnbrunnurin er.

Samanumtikið, so er hetta eitt sera vakurt øki, sum myndirnar eisini sýna.