Jógvan Dahl og Anna

Bókasavnshjálparin

Anna Hentze hevur verið bókasavnshjálpari á Frælsinum seinasta hálva árið. Í sambandi við, at seinasti arbeiðsdagur hennara er í dag, var samkoma á lærarastovuni.

Varastjórin takkaði henni fyri tíðina og góða arbeiðið, hon hevur gjørt fyri skúlan, og  Fríðhildur bar eisini tøkkir frá bókasavninum. Tey bæði handaðu henni gávur frá bókavørðunum og skúlanum.

Anna hevur dugnað skúlanum væl, verið stór hjálp á bókasavninum, vegleitt og hjálpt næmingunum og eisini loyst aðrar uppgávur.

Skúlin ynskir henni alt tað besta og góða eydnu við tí, hon nú fer at fáast við.