BØRN SKULU LÆRA AT KJAKAST

 

Børnini  skulu læra at orða grundgevingar og føra sín boðskap fram, og tað kann fólkaskúlin tryggja við einum fakligum ískoyti, sigur Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki.Hann heldur, at tann besti háttur at tryggja børnunum hesar førleikar, er at gera sannførslu, argumentation, sum part í frálæruni í  fólkaskúlanum og læra næmingarnar at greina tekstir út frá einum próvførsluligum sjónarhorni. Tað kann skipast soleiðis, at lærarar  geva næmingm nøkur ítøkilig dømi úr tekstum í føroyskum, donskum, samfelagsfrøði ella átrúnaði, sum teir so skulu seta seg inn í og arbeiða við.

 

“Fyrst ræður um at finna út av, hvat uppáhaldið í tekstinum er. Her kanst tú spyrja næmingarnar, hvørjar grundgevingar eru fyri hesum ávísa uppáhaldinum og síðan fáa teir at meta um hetta. Um grundgevingin ikki er galdandi, mást tú spyrja, hvat tað so er, sum gongur galið,” sigur fheimsspekingurin við Skúlablaðið.

 

Mestur er tað longu so, at nógvir  lærarar hava leistin í huga, heimspekingurin leggur upp til. At fingið argumentation, sum formligan part í frálæruni vildi bara tryggja øllum næmingum eina enn betri undirvísing og samstundis betri førleikar at skifta orð og kjakast. 


Les meira á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum HER.