
Eingin orsøk at stúra um staðsetingar til vit flyta í Vesturskúlan
Frá
Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla.
Hetta skúlaárið er nú við at enda. 17. august flyta ymsu árgangirnir í samanlagda Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla saman, soleiðis sum tað hevur verið ráðlagt frá fyrsta degi, síðani arbeiðið við samanleggingini byrjaði í ymsum arbeiðsbólkum.
Sambært nýggjastu upplýsingunum frá byggileiðsluni í Vesturskúlaverkætlanini verður skúlin liðugur í desember 2017, og miðdeildin flytir sostatt inn tá. Tað er eingin saklig orsøk at halda, at hendan tíðarætlanin ikki heldur. Síðstu stóru skúlabyggingarnar hjá Tórshavnar kommunu hildu tíðarætlanirnar, Skúlin á Argjahamri var enntá liðugur fyri tíðina.
Rokna vit 2 skúlaár fram, 2015/16 og 2016/17, er hálvt ár til 1. byggistig er liðugt at taka í nýtslu. Hesi bæði skúlaárini sær staðsetingin hjá grundskúlanum, 1-7. árgangi, soleiðis út, at allir hesir 7 árgangirnir (21 flokkar), undantikin ein, eru á sama staði bæði hesi árini, tvs. ein árgangur flytir eina ferð, og allir hinir árgangirnir flyta als ikki, eru á sama staði bæði hesi árini.
|
Skúlin í Kongagøtu |
Heimari skúli |
Skúlin á Frælsinum |
Skúlin á Argjum |
Skúlaárið 2015/16 |
1-2. fl. |
3. fl. |
4-6. fl. |
7. fl. |
Skúlaárið 2016/17 |
2-3. fl. |
4. fl. |
5-6. fl. og 1. fl. |
7. fl. |
Tá er hálvt ár eftir til miðdeildin (flokkatal: 9) flytir í nýggja stásiliga skúlan. Og tað merkir so víðari, at hópur av plássi tá er tøkt til teirra, sum eftir eru og flyta inn í Vesturskúlan árini eftir, og harvið óneyðugt við stórvegis flytingum.
Loyva okkum at heita á foreldur um at vísa tolsemi og vælvilja til tess at fáa hesa tíðina, til nýggi Vesturskúlin er klárur at flyta inn í, at bera til, alt er í tryggum hondum, og staðsetingin hesa tíðina er út frá verandi umstøðum fult forsvarlig.
Tað er týdningarmikið, ikki at lata bygningar og staðsetingar fylla ov nógv skúlanum viðvíkjandi. Skúli er annað og meir, fólkaskúli er m.a. námsfrøði, læra, faklig, sálarlig og sosial menning fyri okkara næmingar, sum í veruleikanum gleða seg til avbjóðingarnar fyri framman, væl leidd av góðum og dugnaligum starvsfólkum, ið fara undir hesa uppgávu við eldhuga og opnum sinni. Sjálvandi skulu karmarnir vera í lagi, og teir verða eisini í lagi umsíðir. Hesi tvey árini, til vit byrja at flyta í nýggja skúlan, kunnu vit í felag og við góðum treysti fáa at verða gróðrarrík og gevandi, sum eitt gott og haldbært grundarlag fyri framhaldandi samstarvi næmingum okkara at frama.