EISINI GOTT AT LESA FYRI STÓRUM BØRNUM 

Helst er tað so, at so hvørt børn  eldast gongur longri og longri tíð ímillum, at barn og foreldur seta seg saman við eini bók. Tey vaksnu hava hug at halda, at barnið finnur sjálvt út av at lesa, men tað er  langt frá altíð so.

 

Nógvir fyrimynir eru at lesa upp fyri stóra barninum.  Her eru fimm góðar orsøkir: 

1)   Lesast kunnu fleiri ymiskar og meiri spennandi bøkur

2)   Børnini eru nóg gomul at skilja bøkurnar

3)   Foreldrini fáa  innlit í, hvat hendir í lívinum hjá barninum

4)   At lesa saman kann geva børnum eitt høvi at tosa um trupul evni

5)   Fáar góðar løtur eru at finna í rokmikla gerandisdegum, men lesing kann geva pláss fyri dygdartíð saman við børnunum


Lesið meira HER.

Kelda: Málmenning