Á Frælsinum er morgunsangur, týsdag, hósdag og fríggjadag. Frá komandi skúlaárið verður morgunsangur hvønn morgun.

FÆRRI SKÚLADAGAR, MEN MEIRA MORGUNSANG

Broytingar eru gjørdar í fólkaskúlalógini, og onkrar teirra hava beinleiðis ávirkan á næmingarnar. Ein er, at skúladagatalið er stytt við 5 døgum, men tað merkir kortini ikki, at lærarar fáa longda summarfrítíð.  Fyri skúlaárið 19/20 verða allir 5 dagarnir lagdir við skúlaársenda. Hvussu verður seinni, er endalig avgerð ikki tikin um enn, men helst verða 2 dagar tiknir av í fyrra enda og 3 í seinna enda.  

Upp til 2 tímar um vikuna kunnu takast av tímatalinum hjá hvørjum flokki eftir ávísum reglum, sum eru ávegis. Ætlanin er so, at skúlin kann nýta hesar tímar í felags ráðlegginini annars. 

Annað nýtt er, at morgunsangur skal vera hvønn morgun, ella sum stendur í dagførdu fólkaskúlalógini:  Stk. 3. Morgunsangur eigur at vera partur av vanliga skúladegnum.” 

Higartil hevur verið so, at skúlarnir sjálvir hava gjørt av, hvussu ofta morgunsagnur er. Í Skúlanum á Fløtum er tað soleiðis nú, at á Frælsinum er morgunsangur tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og fríggjadag, kl. 8:00. Í Kongagøtu og Finssen hvønn morgun, kl. 9:15,  og á øðrum eindum er stundum morgunsangur.  

 

Samfelagsfrøði  hevur verið royndarverkætlan farnu tvey árini,  og framyvir verður fakið føst  lærugreinin  á tímatalvuni hjá 7., 8. og 9. flokki. 

 

Broytingar í fólkaskúlalógini: sí Kunngerðarblaðið nr. 52 í pdf-fíluni niðanfyri. 

Løgtingslóg nr.52 2019-Kunngerðablað A.pdf