FAGNAÐURIN FÆR ONGAN ENDA :-) 

 

Hesar seinastu vikurnar hava næmingar úr Skúlanum á Fløtum rættiliga gjørt vart við seg. Vinnarar í tónleiki, nevaleiki, fótbólti og nú eisini í spjótkasti. Elin Niclasen vann nevniliga spjótkast fyri gentur 16-17 á Tårnby games, sum var í vikuskiftinum. Elin er næmingur í 9.H.

 

Í Tårnby games eru ymsar kappingar í frælsum ítrótti. Ítróttartiltakið er størsta tiltak av sínum  slagi  í Danmark. Luttakaraskarin fevnir breitt,  ung og eldri, úrvalsfólk og vanligi ítróttafólk úr fleiri londum. 

 


Hjartaliga til lukku við ítróttabragdinum, Elin. 

 

Heimildir og upptøka: Heri Ziska á Facebook og Tårnby Games

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=jFYcoquh84Y&feature=youtu.be]