FILMUR MØTIR NÆMINGUNUM, HAR TEIR ERU

“Tað er einki í námsætlanini, ið eggjar mær til at setafilmá dagsskránna fyri undirvísingina, tí har verður filmurnevndur við einum orði. Men eg havi valt at brúka film í undirvísingini, tí har møti eg næmingunum í einum universi, teir ferðast nógv í, og eg kann geva teimum nøkur amboð, soleiðis at teir gerast meira tilvitaðir hyggjarar,” sigur okkara Oddfríður í samrøðu við Skúlablaðið

 

Oddfríður undirvísir í 8. og 9. flokki í føroyskum, donskum, søgu og kristni, og er ein av  flokslærarunum í 9. ð. Hann heldur, at  undirvísingin í filmi fyrst og fremst er sprottin úr egnum huga og hugburði um, at allir næmingar í 8. og 9. flokki í framhaldsdeildini eiga at fara ígjøgnum fimm tættir, sum eru  myndlist, fjølmiðlar, filmslist, stuttsøgur, skaldsøgur og yrkingar. Ein  temasíða er um film á snar.fo. Oddfríði dámar síðuna, hóast hon er best egnað til filmsgreining heldur enn filmsframleiðslu. Hann  hevur tí leitað sær kunning á øðrum heimasíðum, m.a. á filmslinjen.dk, har næmingarnir m.a. kunnu lesa um, hvussu ein ger film.

Fyri at geva eina heildarfatan av filmslist og fyri at tillaga tilfarið til sínar næmingar hevur Oddfríður sjálvur framleitt ein lítlan bókling, sum næmingarnir so brúka frá  byrjan til enda. Í bóklinginum fær næmingurin innlit í ymisku sløgini av filmi; í frásagnarfrymlinum verður nortið við persónslýsingar, tíð og umhvørvi, teknikk, eftirviðgerð og boðskap. Eisini eru 5 uppgávur, sum næmingarnir skulu gera í bólkum.

 

Næmingarnir duga væl, teir hyggja nógv at filmi og eru vanir at ferðast í einum sjónarheimi alla tíðina. Teir hava eisini bæði hug og áræði at kasta seg út í hesar filmsuppgávurnar. Teir duga væl at avlesa huglag og at seta í frásjón, men teir vita ikki, hví teir duga, og tað er so ein av uppgávunum hjá læraranum at geva teimum nøkur amboð og gera teir tilvitaðar um egin evni heldur fyri Oddfríður við Skúlablaðið.

Øll greinin er at lesa HER.

Kelda: skulabladid.fo