Hetta kortið vísir kommunumørk

 

 

Føroyar kortlagdar á netinum

Føroyakort er hentur portalur, sum kemur at vera skúlanum til stórt gagn. Hann er upplagdur at nýta eitt nú í landafrøði og náttúru og tøkni. 

Føroyakort er partur av Talgildu Føroyum. Ein av verkætlanunum í Talgildu Føroyum er at talgilda grundardáturnar. Grundardátur eru almennar, grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar, savnaðar saman í fleiri áratíggju. Allar grundardátur verða tøkar og ókeypis fyri øll, so nýtsluvirðið fyri samfelagið alt verður sum størst. Nýtslan kann vera almenn, vinnulig ella til privat endamál.

Grundardáturnar skulu kunna setast saman og nýtast samanhangandi, og tí verður nógv orka løgd í at standardisera og góðskumenna tær. Hesum standa Talgildu Føroyar fyri.


Um Føroyakort

Heimasíðan er staðið, har føroyski kortmyndugleikin leggur góðkendar kortdátur út. Umhvørvisstovan hevur hevur ábyrgdina at tryggja, at kort og dátur eru røtt, og at tey eru tøk, so at øll frítt kunnu brúka upplýsingarnar.

Øll kunnu heinta dátur og kort hiðani niður á egna teldu, ella nýta vevtænastur og stakkort í egnum høpi. Heimasíðan kortal.fo verður nú løgd undir Føroyakort og fer framhaldandi at innihalda upplýsingar um eitt nú matriklar. 

 

Hetta er m.a. at finna:

Ø   Kort: Føroyakort við staðarnøvnum, matrikulu og adressum. Fleiri at velja ímillum

Ø  Stakkort: Kort yvir aliøki, hagapartar, jarðhitaboringar og onnur temakort  

Ø  Dronumyndir o.a.

 

Skriva “foroyakort.fo”, so ert tú HAR.

Kelda: foroyakort.fo