
1. flokkarnir 2015/2016 vitja í Kongagøtu
Í morgun vóru børnini, sum skulu byrja í Venjingar / Tórshavnar Kommunuskúla eftir summarfrítíðina, á vitjan í skúlanum við Kongagøtu. Yvir 60 børn við foreldrum vóru møtt upp til tað fyrstu kunningina um skúlagongdina tey komandi 9 árini.Skúlastjórin Hanus Joensen tók ímóti teimum, saman við tónleiki framførdur av næmingum og musiklærarum teirra, flokslærarunum, førleikastovuleiðaranum og heilsufrøðinginum.