GRINDABOÐINI RUKKU EISINI INN  Í SKÚLASTOVURNAR

Um níggju tíðina  í morgun vóru grindaboð í Nósloyarfirði, og ein slakan tíma seinni legði grindin beinini í Sandágerði. Ein bólkur við 50  springarum var uppí, men hann varð sáldaður frá og  rikin inn á Skálafjørðin, har bert sjey komu til høldar.

Tá ið næmingar frættu grindaboðini vildu fleiri teirra fegnir sleppa í grind.  Stjórin gav grønt ljós, treytað av – sjálvandi -  at lærarar fóru við. Drápið gekk so skjótt og væl , at tað var mest sum liðugt, tá ið fyrstu flokkarnir komu oman á sandin. 12 minuttir gingu, so var drápið yvirstaðið.  

Klokkan 11  mundu flestu børnini vera komin aftur í skúla turr, eina fríska uppliving ríkari og líka rein, sum tá ið tey komu í skúla í morgun.   Men onkur var tó eitt sindur vátur og kaldur, onkur annar hugsunarsamur og onkur triði hugtikin av, hvussu skjótt er at avlíva 136 stórar grindahvalir.  

Hildið verður at 50 bátar vóru í rakstrinum og umleið 500 fólk á sandinum. Tey, sum eru skrivað upp, mugu bíða í nakrar tímar, til tey sleppa at skera upp, tí seðlarnir koma ikki út fyrr enn um nátturðatíð.

Eyðun og Rani í 5. flokki eru dugnaligir myndamenn, og teir tóku nakrar grindamyndirnar í morgun.