Hanus settur stjóri í Vesturskúlanum

Í morgun hátíðarhildu lærarar og næmingar í Kommunuskúlanum á Argjum, at Hanus varð settur stjóri í samanlagda Venjingar- og Kommunuskúlanum.

7. flokkarnir vóru í skúlakøkini í morgun og smurdu bollar, sum lærarar høvdu bakað. Eisini hitaðu tey kakao. Borðreitt varð í høllini, og jólatónleikur ljómaði, tá ið allir næmingarnir komu at fáa sær í fríkorterinum kl. 9.30.

Aftaná gekk dansurin so lystiliga framman fyri stórskíggjan í høllini.

Vit ynskja Hanusi hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.