Í dag var hugnalig hátíðarløta í Læraraskúlahøllini í sambandi við, at húsavørðurin á Frælsinum seinastu sløku 44 árini, Jóni Johannesen, er farin frá við eftirløn.

Bæði fyrrverandi og verandi starvsfelagar komu at siga hjúnunum farvæl, og familjan var eisini til staðar. Setrið bjóðaði okkurt gott til gómarnar, Tróndur Enni undirhelt og stuðlaði felagssanginum, leiðslur og kenningar bóru fram kvøður. Gávur vórðu handaðar sum tøkk fyri trúfesti, vinalag og ágrytni í starvinum í tí, sum var Føroya læraraskúli og Venjingarskúlin.

Mia Johannesen hevur eisini verið í starvi á Frælsinum næstan líka leingi sum maðurin. Eyðvitað varð heiður og tøkk eisini sýnd henni.