Helen Keller og handstavraðið

Eitt av evnunum í Hervør og Høgni bókini fyri 3. flokk er handstavraðið. Mikudagin 7. januar sóu 3. flokkarnir í Kongagøtu ein film um Helen Keller, ið sum tvey ára gomul fekk eina sjúku, sum gjørdi hana blinda og deyva. Tá hon var sjey ára gomul, fekk hon ein lærara, sum lærdi handa teknmál. Hóast hesi vána kor, megnaði Helen Keller, sum var fødd í 1880, at menna seg og við nógvari venjing og stórum áræði fekk hon bókliga útbúgving.


Leinkju til filmar um Helen Keller

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=KLqyKeMQfmY]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=8ch_H8pt9M8]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-3kqkHT3HzM]