INNSKÚLINGIN: FRÁLÍK ÚTFERÐ

 

Allar eindir í skúlanum gjørdu útferðir í dag. Ann-Mari sigur soleiðis frá úr Finsen og Kongagøtu:

“Børnini í 1.-3. flokki gingu eisini túr í dag. Vit tóku bussin út Steinatúni út á Norðasta Horn. Vit gingu eftir Rossagøtuni yvir til fjósið hjá Berghestum, har vit steðgaðu á og ótu matpakkar. Børnini hugnaðu sær og spældu í góða veðrinum. Haðani gingu vit fram við Hotel Føroyum og oman í Kongagøtu aftur eftir Dalavegnum. Børnini vóru røsk at ganga, og vit høvdu ein fínan túr.”

 

Fleiri útferðarmyndir vera at síggja í morgin.

 

Myndir: am, gw, jm, kd