KÁTIR FLOKSLÆRARAR Í HVÍTUM

 

Í dag var mikil rokan á Argjum, tí eftirspurdu hettutoyggjurnar vóru komnar. Tær eru hvítar við øllum nøvnunum á næmingunum í 9. Ð á bakinum -  í reyðum, í bláum, í gulumog í grønum. Tey fingu  eina í part, men flokslærararnir á myndini vórðu, sum sæst,  ikki snýttir;  teir fingu nevniliga eisini eina troyggju. 

 

Tey sita  so  fegin  á lærarastovuni, øll í hvítum, Fríðhildur, Jens Christian, Harriet og Oddfríður. Nú er bert ein vanligur skúladagur eftir hjá 9. flokki fyri skrivligu próvtøkuna, men tað merkir ikki, at øll nú bara skulu taka sær av løttum: Næmingarnir fáa nógv at gera,  og tað gera tey fýra í hvítum  uttan iva eisini.  Men fyrst kemur hósdagurin, sum  er síðsi skúladagur hjá 9. flokki,  tá verður felags morgunmatur á Argjum fyri næmingarnar og lærarar teirra. Sum siður er, fer 9. flokkur út á eindirnar at bjóða yngru næmingunum góðgæti, og aftaná tað verður undirhald á Argjum  fyri 7. og 8. flokki. Og mánadagn byrja próvtøkurnar.

Myndir: HP