KOMANDI 1. FLOKS NÆMINGAR HAVA VERIÐ OG VITJAÐ

 

“Í summar skalt tú byrja í 1. flokki í Skúlanum á Fløtum. Tí fara vit at bjóða tær –  saman við tínum foreldrum at vitja í eindini í Kongøtu í Skúlanum á Fløtum týsdagin 7/5 kl. 15:00…..,” soleiðis byrjaði eitt  bræv,  allir næmingarnir, sum skulu byrja í 1. flokki í augustmánað, fingu frá  skúlanum herfyri. 

 

Í dag er stóri dagurin, og seinnapartin vóru næmingar og foreldur inni á gólvinum í Kongagøtu. Regin bjóðaði vælkomin, læs nøvnini á næmigunum upp, sum saman við sínum flokslærara stillaðu upp til myndatøku. 1. flokkur kemur  at halda til í niðaru hæddini komandi skúlaár;  Magni er flokslærari í 1.a, Lillianí 1. b og Gunnvør í 1. d. 

 

Eftir myndatøkurnar fóru næmingarnir við flokslærunum inn í skúlastovunar, har hvør einstakur skuldi skriva sítt navn á eitt skelti, samstundis kundu ungu komandi floksfelagarnir heilsa hvør upp á annan. Í meðan sótu foreldrini í skúlagongini og  fingu kunning frá heilsufrøðinginum, leiðaranum í frítíðarskúlanum og skúlastjóranum. 

 

Foreldur og næmingar fingu eisini høvi at síggja skúlan og frítíðarskúlan, har børnini koma at ganga í bert eitt ár. Tá ið tey fara í 2. flokk koma tey at ganga í spildurnýggja skúlanum úti á Fløtum. 

 

Góðu næmingar, gentur og dreingir,  hjartaliga vælkomnin í skúla í summar.