KUNNING FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM

UM RYKKJARAR FRÁ BÝARBÓKASAVNINUM

 

Góðu foreldur/avvarðandi

Fáa tit áminning frá Býarbókasavninum, tit ikki kennast við, er orsøkin helst, at barn tykkara hevur lænt eina bók á skúlabókasavninum, og at lánitíðin er farin.

 

Á heystið 2018 skifti Tórshavnar býarbókasavn og øll skúlabókasøvnini í kommununi bókingarskipan. Av tí at skúlabókasøvnini virka undir Býarbókasavninum, fáa foreldur áminning um bøkur umvegis telduboð frá Býarbókasavninum, hóast lánið er skrásett á skúlabókasavninum, har barnið gongur í skúla.

 

Vit hava sett fram ynski til veitaran av skipanini um at fáa hetta broytt, so tað sæst hvørjum skúla telduboðini koma. Vónandi halda tit okkum til góða,til viðurskiftini eru komin í rætt lag.

 

Vit vilja samstundis heita á tykkum um at hjálpa børnunum at minnast til at lata bøkurnar inn, har tær eru læntar.

 

Blíðar heilsanir

Skúlabókavørðirnir