Kunning frá skúlanum

Miðdeildin flytir í nýggja Vesturskúlan í januar 2018
Arbeitt verður alsamt við Vesturskúlaverkætlanini, arbeiðið gongur væl. Úr feskastu tíðarætlanini í byggiskránni kann nevnast, at fyrsti partur av Vesturskúlanum verður liðugur og klárur at flyta inn í januar 2018, tvs. longu í skúlaárinum 2017/18; ætlanin er, at miðdeildin flytir inn í nýggja skúlan tá. Annar partur verður liðugur á vári 2019. Triði og síðsti partur verður endaliga liðugur á sumri 2020.

Matarhøll við køki
Sum nakað gleðiligt nýtt í mun til síðstu skúlabyggingarnar í kommununi verður køkur knýttur at kantinuni í nýggja skúlanum, tvs. at matgerð til næmingar og starvsfólk verður møgulig. Soleiðis er tað í flestu londum uttanum okkum og hevur leingi staðið á ynskilista í sambandi við nýggjar skúlabyggingar her í býnum.

Undirvísingarstøð
Barakkirnar við Sjónleikarhúsið verða niðurtiknar, og hesir næmingarnir verða í næstum at flyta í miðhæddina í nýggju FSF-húsinum í Gundadali. Tvs. at frá komandi skúlaári vera báðir fótbóltsflokkarnir og komandi 9ð at halda til í FSF-húsinum, komandi 9a og 9b verða á Frælsinum. Og sum áður fráboðað vera 7. og 8. árgangur á Argjum, 4-6. árg. á Frælsinum, 3. árg. í Heimara skúla og 1-2. árg. í Skúlanum í Kongagøtu. Hesir síðst nevndu flokkarnir í 1-2. árg.  koma eisini at halda fram í Skúlanum í Kongagøtu skúlaárið 2016/17, tá sum 2-3. árgangur. Avgjørt er somuleiðis frá komandi skúlaári, at sertilboðið, sum í løtuni telur 26 næmingar, verður í Ytra skúla. Orsøkin er, at tað er umsíðir eydnast skúlanum at fáa ræði á øllum stovunum í Heimara skúla. Kvøldskúlin, sum annars síðstu mongu árini hevur nýtt part av stovunum og goymt tilfar og tung og rúgvismikil amboð har, hevur nú umsíðir funnið aðra loysn og letur okkum stovuna. Stovurnar í Heimara skúla eru væl størri enn stovurnar í Ytra skúla, haraftrat eru tær munandi hægri, ljósari inni og betri luftútskifting, gongin er nógv størri. Góð og rúmlig bólkarúm og arbeiðslig lærarastova, hóskandi og góð til hesa skúlaeindina. Toiletviðurskiftini eru góð í Heimara skúla við 7 spildurnýggjum, góðum og rúmligum toilettum (av hesum 7 vesum er eitt handicap-WC) við 7 handvaskum, meðan tað bert eru tvinni lítil vesi í Ytra skúla til næmingarnar - heilsuserfrøðin hevur í skrivi til skúlans átalað verandi støðu við stóra næmingatalinum 80-90 til hesi 2 vesini í Ytra skúla sum langt frá nøktandi.

Spælipláss í Grasagarði
Sum eitt kuriosum til góðu innskúlingsumstøðurnar í Kongagøtu kann nevnast, at býráðið júst hevur avgjørt at gera spennandi spælipláss í Grasagarði, beint niðan fyri skúlan - les meira um hetta á www.torshavn.fo

Tímajáttanin ikki komin enn
Tá tímajáttanin til komandi skúlaár er komin frá Mentamálaráðnum, verður farið undir at fyrireika skemaleggingina og skúlaárið 2015/16 alt við øllum tí, sum hartil hoyrir. Hetta er rúgvismikið arbeiði og tekur sum vera man sína tíð við flokka- og lærugreinaynskjum læraranna, heildarfyrilitum, raðfestingum, lýsingum, setanum osfr. sambært reglum og fyriskipanum.

Frítíðarætlanin
Vit heita mirðiliga á øll foreldur um at  halda seg til frítíðarætlan skúlans, alt tað ber til. Skuldi tað tó verið neyðugt td. at fara uttanlands í skúlatíðini, ber til at søkja um fríloyvi, útfylla fríloyvisskjalið, ið finst á hesi heimasíðu og senda skúlanum í góðari tíð. Síðsti skúladagur hjá næmingum í 1-8. árgangi fyri summarfrítíðina er 26. juni, allir 9. floksnæmingarnir fáa prógv síni handað 24. juni kl. 18.00 í Læraraskúlahøllini.

Landsroynd - apríl 2015
Royndirnar verða  í Høllini á Stórheyggi,  og verður royndarhaldið skipað soleiðis:

4. flokkur

Dagur

Lærugrein

Tíð

Mánadagin  27. apríl

Føroyskt, lesa og skilja

Kl. 08.30 – 09.15

Mánadagin 27. apríl

Føroyskt, fyrisøgn

Kl. 09.45 – 10.30




Týsdagin 28. apríl

Støddfrøði

Kl. 08.15 – 09.00

Týsdagin 28. apríl

Náttúra og tøkni

Kl. 09.30 – 10.15

6. flokkur

Dagur

Lærugrein

Tíð

Mánadagin 27. apríl

Náttúra og tøkni

Kl. 11.00 – 12.00




Týsdagin 28. apríl

 

Støddfrøði

Kl. 11.00 – 12.00




Mikudagin 29. apríl

Føroyskt, lesa og skilja

Kl. 08.15 – 09.00

Mikudagin 29. apríl

Føroyskt, mállæra

Kl. 09.15 – 09.45

Mikudagin 29. apríl

Føroyskt, fyrisøgn

Kl. 10.15 – 11.00



Headset - Næmingarnir verða bidnir at taka headset við til allar royndirnar
Hjálparmiðlar -  Loyvt er at nýta allar hjálparmiðlar uttan lummaroknara.  
Næmingarnir skulu brúka sítt FirstClass brúkara- og loyniorð at logga á við

G.G.
4. flokkarnir eru til roynd um morgunin mánadag og týsdag og hava vanliga undirvísing aftaná.
6. flokkarnir møta til vanliga undirvísing kl 8 mánadag og týsdag, fara til roynd og hava so frí aftaná.
Mikudagin møta tey á Stórheyggi til roynd og hava frí aftaná.