KUNNINGARSKRIV FRÁ LEIÐSLUNI

Kunningarskriv

Nýggja navnið:  Skúlin á Fløtum

 

Skipað hevur verið fyri navnakappingini á heimasíðuni torshavn.fo. Tá freistin var farin, vóru 252 uppskot komin inn, tó vóru summi av teimum, ið ikki luku treytirnar. Nøkur uppskot gingu aftur, men talan var um 112 ymisk uppskot, sum luku treytirnar.

 

21 skutu upp at geva skúlanum navnið “Skúlin á Fløtum”, tað gjørdist vinnandi navnið, og í lutakasti millum tey 21 gjørdist tyrluskiparin Andreas Mouritsen í Hoyvík vinnari. Hini fáa eina heilsan frá kommununi.

 

Byggingin av nýggja skúlanum, Skúlanum á Fløtum

 

Byggiskráin fyri skúlabyggingina er í trimum pørtum:

1. partur: fortreytir          

2. partur: námsfrøðilig viðurskifti       

3. partur: teknisk viðurskifti

 

Í løtuni eru vit í 2. parti. Í hesum parti eru allir lærarar í samanlagda skúlanum við í eini fundarrøð í juni, har øll hava møguleika fyri at koma við hugskotum og ynskjum vegna tað økið, tey serliga varða av viðvíkjandi, hvussu nýggi skúlin skal innrættast. Við á hvørjum fundi eru Birita Wardum, býararkitektur við ábyrgd fyri byggiskránni, Eivind Danielsen, verkætlanarleiðari, Rúni Abrahamsen, arkitektráðgevi og Jógvan Dahl, samskipari. Flestu av hesum fundum eru á teimum báðum nýggju skúlunum í Havn, so tað samstundis gevur kveiking og hugflog at hugsa nýggja skúlan langt inn í framtíðina.

 

Umframt hesar fundir vera eisini lærarar frá grunddeildini saman við umboðum fyri okkara tríggjar frítíðarskúlar í eini verkstovu ein heilan arbeiðsdag um samstarv millum grunddeild og frítíðarskúla, har ein serfrøðingur úr útlandinum verður saman við okkum tann dagin.

 

Tvær ferðir í ár, 21.01. og 24.03.,  hava allir lærarar í samanlagda skúlanum verið saman í ráðleggingararbeiði, har skrivað hevur verið frá hugaroki um framtíðar dreymaskúlan, nýggja Skúlan á Fløtum.

 

25. september í ár vera aftur øll starvsfólk skúlans saman ein heilan dag, har m.a. øll ynski og uppskot frá hesum arbeiði síðani í januar, verða eftirmett og tikin samanum og skrásett, áðrenn endaligu strikurnar verða settar á tekningina av nýggja skúlanum.

                                                                                                                                             

Eingin flyting næstu 2 árini í 1-5. flokkunum

Niðanfyri er yvirlit, hvar hvør einstakur árgangur í grundskúlanum (1-7. flokki) húsast komandi 2 árini, skúlaárini 2015/16 og 2016/17. Her sæst, at allir fyrstu 5 árgangirnar (1-5. fl., skúlaárið 2015/16) verða at halda til á sama staði í samfull 2 ár.

 

Sum sæst niðanfyri er tað bara ein árgangur frá 1. til 7., sum flytir í hesum 2-ára skeiðnum.

Tá hesi bæði skúlaárini eru farin, er bert ½ ár til 1. byggipartur av trimum er liðugur, og miðdeildin flytir inn í nýggja, stásiliga skúlan í januar 2018. Tá hesir níggju flokkarnir í miðdeildini eru fluttir út á Fløtur, er sum vera man gott pláss til grunddeildina og hádeildina í verandi bygningum.

2. byggipartur er liðugur í juni 2019. Og 3. byggipartur er liðugur í juni 2020.

 

 

1. árgangur 2015- 2016

1. flokkur 2015-2016

Kongagøta

2. flokkur 2016-2017

Kongagøta

 

2 árgangur 2015-2016

2. flokkur 2015-2016

Kongagøta

3. flokkur 2016-2017

Kongagøta

 

3. árgangur 2015-2016

3 flokkur  2015-2016

Heimari skúli

4. flokkur 2016-2017

Heimari skúli

 

4. árgangur 2015-1016

4. flokkur 2015-2016

Frælsið

5. flokkur 2016-2017

Frælsið

 

5. árgangur 2015-2016

5. flokkur 2015-2016

Frælsið

6. flokkur 2016-2017

Frælsið

 

6. árgangur 2015-2016

6. flokkur 2015-2016

Frælsið

7. flokkur 2016-2017

Argir

 

7. flokkur 2015-2016

7. flokkur 2015-2016

Argir

8. flokkur 2016-2017

Argir

 

 

 

 

Tá hesi bæði skúlaárini eru farin, er bert ½ ár til 1. byggipartur av trimum er liðugur, og miðdeildin flytir inn í nýggja, stásiliga skúlan í januar 2018. Tá hesir níggju flokkarnir í miðdeildini eru fluttir út á Fløtur, er sum vera man gott pláss til grunddeildina og hádeildina í verandi bygningum.

2. byggipartur er liðugur í juni 2019. Og 3. byggipartur er liðugur í juni 2020.

 

Floksheitini

Floksheitini í ymsu árgangunum verða frá komandi skúlaári soleiðis, at a- og b-flokkarnir í fv Venjingarskúlanum eita tað sama, td. 7a og 7b, meðan a- og b-flokkarnir í fv Kommunuskúlanum fáa heitið d og e, td. 7d og 7e.

 

Teldlar komandi skúlaár

Frá 1. sep. hava allir næmingar skúlans uttan 1. flokkarnir eitt amboð aftrat í undirvísingini, nevnliga teldlar til láns frá skúlanum. Veðgjald við útflýggjan pr. teldil er kr. 50. Nærri kunning um lánisáttmála, brúksreglur, treytir oa. verður eftir summarfrítíðina.

 

Fríggjadagin 26. juni er síðsti skúladagur fyri summarfrítíðina

Næmingarnir møta tey vanligu støðini kl. 9 til morgunsang, síðani í verandi floksstovurnar og  haðani í komandi heimastovurnar, flokkarnir skulu hava frá 17. august og komandi skúlaár. Starvsfólkini frá frítíðarskúlunum koma efir næmingunum í innskúlingini. Skúladagurin er liðugur kl. 11, og summarfrítíðin byrjar.