Landsstýriskvinnan hyggur við áhuga í tilmælini, sum Jógvan Dahl júst hevur handað henni vegna arbeiðsbólkin.

 

LOPFJØLIN SKAL FRAMHALDANDI MENNAST

Lopfjølin er partur av breiða tilboðsútboðnum hjá  Skúlanum á  Fløtum. Hetta tilboðið er til børn og ung í 7. 8. og 9. flokki við skúlaaftran ella ”skúlaundandrátti”. Talan er um  samstarv ímillum Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu, Sernám og Skúlan á Fløtum.

Orsøkirnar til, at hesi ungu aftra seg við fólkaskúlan, kunnu vera svárar  avbjóðingar, ið hava við sær, at tey ikki megna at koma í vanliga skúlan. Tískil fáa tey heima- ella sjúkraundirvísing.

Fróði Hansen og Elin Maragreta Wiberg, lærarar, hava dagligu undirvísingina, og Marilyn Danielsen, varaskúlastjóri, hevur yvirskipaðu samskipanina um hendi  og samskipar saman við  Fróða Hansen frá Lopfjølini.

Týsdagin varð  ein samlað eftirmeting  av tilboðnum handað borgarstjóranum og landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum.  Jógvan Dahl er fyrrverandi stjóri í Venjignarskúlanum og varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, til hann fyri hálvum øðrum  árum síðani fór frá við eftirløn. Hann hevur verið leiðari fyri eftirmetingarbólkin. Í  sambandi við handanina av eftirmetingini hevði hann eina framløgu. Hann kundi tá eisini  frøðast um, at av teimum 14 næmingunum, sum higartil eru lidnir í Lopfjølini, hava 12 fingið fráfaringarskjal og 10 eru farnir víðari á miðnámsskúla ella í arbeiði. Næmingarnir hava í miðal  verið um 14  ára gamlir, tá teir eru byrjaðir á Lopfjølini. 

Umframt sjálva eftirmetingina vóru eisini fleiri tilmæli handað landsstýriskvinnuni og borgarstjóranum í gjár. M.a. verður mælt til,  at tilboðið eigur at halda fram, og at betur eigur at verða  upplýst um tilboðið. At tímatalið til lærarar og námsfrøðingar eigur at hækka, og at tilboðið eigur at  víðkast til næmingar niður í 5. flokk.  Harumframt verður rátt til, at samstarvið millum Lopfjølina og upprunaskúlan hjá børnunum skal bøtast, so møguleikin fyri, at  tey kunnu  fara aftur í sín egna flokk, tá tey hava fótað sær, veksur.

Bæði landsstýriskvinnan og og borgarstjórin fegnaðust um eftirmetingina og vóru glaðar um tilmælini.


Hanna Jensen, landsstýriskvinna

”Hetta er avgjørt eitt týðandi tilboð, og tað er gleðiligt at hoyra, hvussu góða ávirkan Lopfjølin hevur á teir næmingarnar, sum ganga har. Men sjálvandi eiga vit altíð at leggja okkum eftir at gera tað enn betur. Hesi tilmælini um, hvussu vit kunnu bøta um tilboðið, verða sjálvandi tikin í størsta álvara,”  sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

 

Annika Olsen, borgarstjóri:

”Hesi tilmælini verða eisini viðgjørd við størsta álvara í kommununi, tí vit vita, hvussu svárt tað er at enda uttanfyri orsakað av sosialum ella sálarligum trupulleikum. Og granskingin hevur prógvað, at jú fyrr vit seta inn og lofta, jú betur. So eg kann bara ímynda mær, at hesi tilmælini verða sett í verk, tá ið tey eru viðgjørd í viðkomandi nevndum.”  

Mentamálaráðið er við í einum norðurlendskum samstarvi undir Norðurlandaráðnum, nevnt 0-24, sum snýr seg um vitanardeiling, umframt tvørgeiraligt og tvørfakligt samstarv um sosialar og sálarligar avbjóðingar á skúlaøkinum. Lopfjølin er við sum føroyska verkætlanin hjá Mentamálaráðnum, og tað er í hesum sambandi, at fígging er fingin til at gera eftirmetingina og tilmælið.

Keldur: dagur.fo og Skúlin á Fløtum