Marilyn Danielsen

Nýggjur varaskúlastjóri settur

Marilyn Danielsen er sett varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Marilyn er 48 ára gomul, tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1992 og akademiútbúgving í leiðslu frá Føroya Handilsskúla 2015. Eftir lokna læraraútbúgving virkaði hon sum fólkaskúlalærari í Keypmannahavn í 10 ár, síðani august 2005 hevur hon starvað í Venjingarskúlanum, skúlaárið 2013/14 sum varaskúlastjóri, og nú hetta farna hálvárið hevur Marilyn arbeitt í samanlagda skúlanum, Venjingarskúlanum / Tórshavnar Kommunuskúla.

Marilyn Danielsen byrjar í nýggja starvinum 1. august 2015.