Okkara teljast millum sangfuglarnar

 

Aftur í ár hava børn, sum ganga í 1. flokki í Tórshavnar kommunu,  sungið  saman í teimum konsertum  Norðurlandahúsinum. Tey sungu  sangir,  tey hava lærtseinastu vikurnar, og ein tónleikabólkur, sum var  mannaður við musikkskúlalærarum, stuðlaði føgru barnarøddunum við yndisligur tónum. Næmingarnir í 1. flokki í Kongagøtu vóru við í stóra barnakórinum, sum hevði tvær konsertir mikudagin fyri fullsettum sali. 

 

Tiltakið er komið í lag sum eitt samstarv millum Tórshavnar musikkskúla og allar skúlar í kommununi. 2 lærarar frá musikkskúlanum hava vitjað 1. flokkar og sungið saman við teimum einaferð um vikuna í 6-7 vikur.

Myndir og upptøkur: jm&kd 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Ha3t4NOp6A0&feature=youtu.be]