PISA

PISA kanningin í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla verður fyri allar 9. fl næmingar mánadagin tann 16 mars kl 8.30 í høllini á Stórheyggi.

Næmingarnir skulu sita á sínum plássi 10 minuttir undan at kanningin byrjar. Øll amboð, sum skulu brúkast til royndina, eru tøk í royndarhølinum.


Hvussu PISA kanningin fer fram:

Næmingarnir royndarkoyra forritið, sum PISA 2015 fer fram í. Útflýggjan av loyniorði og næmingafrámerki (næminga-ID)

Umleið 20 minuttir

Stuttur steðgur

Kunning um fyrru helvt av kanningini

Umleið 3 minuttir

Fyrra helvt av kanningini

Talan er um tveir partar, sum hvør varir 30 minuttir. Til samans 60 minuttir neyvt

Stuttur steðgur. Umleið 3 minuttir

Kunning um seinnu helvt av kanningini

Umleið 3 minuttir

Seinna helvt av kanningini

Talan er um tveir partar, sum hvør varir 30 minuttir. Til samans 60 minuttir neyvt

Steðgur. Umleið 10 minuttir

Næmingaspurnarblað

Umleið 55 minuttir


Ert tú forvitin at vita meira um, hvat PISA er, kanst tú fara inn á leinkjuna her:

http:/oecd.org/pisa/aboutrisa/